Sáttmálasamráðingarnar millum Starvsfelagið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála eru slitnaðar.
Partarnir løgdu síni krøv fram 8. oktobur, og síðani hava 6 samráðingarfundir verið millum partarnar.
Samráðingarnar hava gingið væl, men tá tað sá út til at koma á mál, kom stígur í, og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið boðsendu semingsstovninum.
Semingsstovnurin hevur útsett ein møguligan arbeiðssteðg í eina viku galdandi frá á miðnátt í kvøld.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo