Á teim nógvu orðunum skalt tú kenna dáran
- Orðtøk Salomons

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Bestu úrslitini í 2022 síggjast í bólkunum ‘Landbúnaður og fiskiveiða’, ‘Framleiðsluvinna’ og ‘Heil- og smásøla; umvæling av akførum’ og størsti prosentvísi vøksturin í úrsliti sæst í ‘Flutnings- og goymsluvinna’, 'Landbúnaður og fiskiveiða' og 'List, undirhald og ítróttir'.

Roknskaparhagtøl býtt á vinnugreinar eru dagførd fyri árini 1998 til 2022. Hartil eru nýggjar temasíður gjørdar fyri allar vinnubólkarnar. Temasíðurnar eru at síggja undir breddanum 'Vinna'. 

Nýggju hagtølini visa, at fyri allar vinnur hevur gongdin verið góð í 2022 í mun til seinastu árini. Koronufarsóttin hevði við sær, at frá 2019 til 2020 lækkaði samlaða úrslitið fyri allar vinnur við meira enn eini milliard. Í 2021 megnaðu vinnurnar tó samlað at hála úrslitið upp á 2,8 mia. kr. og í 2022 var úrslitið 3,5 mia. kr.

Úrslitið í ávísum vinnubólkum serliga gott
Góða úrslitið í 2022 sæst serliga aftur í bólkunum ‘Landbúnaður og fiskiveiða’ við 1,7 mia. kr., ‘Framleiðsluvinna’ við 699 mió. kr. og ‘Heil- og smásøla; umvæling av akførum’ við 555 mió.kr.

Úrslitið innan aling var 1,17 milliardir
Besta úrslitið hevði bólkurin ‘Landbúnaður og fiskiveiða’, og har er tað serliga ‘Aling’, ið skarar framúr. Í 2021 var úrslitið 409 mió. kr. og í 2022 var úrslitið 1,17 mia. kr. 

Flutnings- og goymsluvinna størstan prosentvísan vøkstur
Hyggja vit eftir, hvør vinna hevur havt størstan prosentvísan vøkstur í úrslitinum frá 2021 til 2022, er tað ‘Flutnings- og goymsluvinna’, har úrslitið vaks við 363% úr 41 mió. kr. í 2021 upp í 188 mió. kr. í 2022. Hetta er stórur vøkstur, men um hugt verður eftir úrslitinum undanfarin ár, so sæst, at koronufarsóttin rakti henda bólkin meint, og at bólkurin nú sær út til at hava nátt einum úrsliti, ið liggur í somu legu sum undan farsóttini. 

List, undirhald og ítróttir triðstørstan vøkstur
Næststørsti prosentvísi vøksturin í úrslitinum var í áðurnevnda 'Landbúnaður og fiskiveiða’, har úrslitið vaks við 137%. Triðstørsta prosentvísa vøksturin átti bólkurin 'List, undirhald og ítróttir’, har úrslitið vaks við 59% úr 2,2 mió. kr. í 2021 upp í 3,6 mió. kr. í 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo