Sunnudagin 5. november kl 14:30 verður ein samhugaløta á Tinghúsvøllinum í Havn, har vit minnast, at yvir 1400 ísraelar og onnur, vóru miskunnarleyst dripin í heimum teirra, foreldur, børn og pinkubørn, ið lógu í vøggum og barnavognum.
Vit vilja minnast tey yvir 240 óseku, ið vóru drigin inn í Gaza, sum nú sita í myrkum tunellum undir jørð, ímillum hesar gíslar eru umleið 30 børn, m.a eitt 9 mánaðar bróstabarn.
Eisini ímillum gíslarnar eru eldri, ið komu út úr Holocaust í Europa, nú uppliva hesi eitt nýtt Holocaust.
Eisini vilja vit minnast tey óseku arabisku børnini og tey ungu, sum líða undir harrenda Hamas stýrinum í Gaza
Á skránni verður sangur, røða og annað.
vegna fyrireikararnar
Maigun Solmunde
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo