Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Norðoya Sjálvstýrisfelag fegnast um at Suðuroyartunnilin umsíðir er komin á dagsskrá og mælir til, at hann eins og Norðoya- og Vágatunnilin, partvís verður fíggjaður við bummgjaldi. Restin skal fíggjast við einari samhaldsfastari skipan.

Skal gjaldið fyri Suðuroyartunnilin verða samhaldsfast, so má tað verða samhaldsfast fyri øll og ikki bert tey, sum longu hava goldið fyri sínar tunnlar.

Sum er rindar landskassin fyri Suðuroyarleiðina. Tað kann ikki vera rætt, at landið gevst við at gjalda, fyri síðani at lata nøkur fá sita eftir við rokningini.

Landið setti góðar 100 milliónir í Vágatunnilin og nakað meira í Norðoyatunnilin. Restin er goldið við bummgjaldi. Tað sama eigur at verða galdandi fyri komandi Suðuroyartunnilin.

Tað er órímiligt at lata samhaldsfesti bert vera galdandi fyri tey sum longu hava goldið sínar tunlar.

Hvussu fíggingin verður funnin er nærum líkamikið, men tað má vera eitt krav at hon er samhaldsføst heldur enn tunnilsføst!

Vegna Norðoya Sjálvstýrisfelag
Kristian Eli Zachariassen
Formaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo