Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Ísland skal hava nýggja stjórn.

Tað er greitt eftir at forsætisráðharrin, Bjarni Benediktsson, á tíðindafundi í dag boðaði frá, at samstarvið ímillum teir tríggjar stjórnarflokkarnar, Sjálfstæðisflokkin, Framsóknarflokkin og tey Vinstrugrønu er komið at enda.

Hann fer at hitta forsetan, Hellu Tómasdóttir, í morgin, har hann formliga fer at biðja um, at hon sendir tingið heim, og so verður nýval 30. novembur.

Ómemjan ímillum stjórnarflokkarnar er um eitt nú tilflytarar og orkupolitikk, skrivar RUV.

Bjarni Benediktsson hevur verið forsætisráðharri síðani apríl, tá Katrin Jakobsdóttir fór frá, tí hon stillaði upp til forsetavalið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo