Eitt sindur hevur verið gjørt burturúr samráðingarslitinum millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn, har ósemja um blokkin segðist vera orsøkin. Og síðani er tað ikki sørt, at fólk á Facebook hava skemtað sær við, hvussu lítlar upphæddir talan er um.
Men vit skulu helst ikki flenna ov hart, fyrrenn vit hava sæð, hvat ið ein uppafturgrivin CEF-samgonga kann seta sær fyri hesuferð.
Seinast henda konstellatión við Javnaðarflokkinum (ið hevði løgmann, Aksel V. Johannesen),Tjóðveldi og Framsókn hevði møguleikan 2015-2019 vóru orðini í samgonguskjalinum hesi:
"Ríkisveitingin verður fastfryst beinanvegin. Búskapargrunnurin verður fingin at virka sum barlast til tess at tryggja ein haldføran og sjálvberandi búskap, ið styrkir samhaldsfesti millum ættarlið. Í Búskapargrunnin verða settar eingangsinntøkur, serinntøkur og ein partur av inntøkuvøkstrinum hjá landskassanum, tá ið hallið er vent til avlop. Hetta kann eisini seinni nýtast til at niðurlaða ríksiveitingina."
- Har kom eingin blokkniðurskurður burturúr hesum.
Einasti niðurskurður, ið er farin fram í ríkisveitingini var undir sonevndu Fullveldissamgonguni 1998-2004, tá ið ein góður triðingur, 366 mió. krónur, varð klíptur burturav.
Tað var við Annfinni Kallsberg sum løgmanni. Flokkarnir í samgonguni vóru Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin.
Ein roynd varð aftur gjørd undir CHE-samgonguni í 2008, har 117 mió. krónur skuldu fara burturav, men tað miseydnaðist fullkomiliga. Flokkarnir í hesi samgongu vóru Javnaðarflokkurin, Miðflokkurin og Tjóðveldi. Jóannes Eidesgaard var tá løgmaður.
Støðan er tí alt annað enn hugalig fyri Tjóðveldi.
Gevur Tjóðveldi seg á triðja sinni undir javnaðarløgmann uttan at fáa týðandi blokkniðurskurð, tá hevur hann mist sítt trúvirði sum loysingarflokkur.
Helst fyri well.
Jógvan Mørkøre
Hoyvík
Tá ið VP spurdi um loyvi at vísa til hesa viðmerkingina hjá Jógvan Mørkøre, sum hann hevði lagt út á sín Facebook profil, viðmerkti hann í samskiftinum eitt ískoyti til greinina:
- Eg haldi, at eg fái sagt rættiliga klárt millum reglurnar, at tað verður neyvan nøkur loysing saman við Javnaðarflokkinum.
Og: - Tað kemst ikki uttanum Fólkaflokkin.
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo