- Eg taki ikki undir við fríari fosturtøku og havi boðað frá tí frá byrjan, skrivar Sólvit Nolsø, tinglimur í Framsókn, á Facebook.
- At viðurskiftir skulu bøtast eru øll samd um. Millum undirliggjandi orsakirnar til, at summi velja fosturtøku, eru sosialar skipanir so sum ótíðarhóskandi barsilsútgjald og bústaðartrot. Tá var nógv frægari, at mann til dømis setti eyka orku at rætta uppá tað.
- Eitt annað, sum er ógvuliga ørkymlandi í øllum hesum er, at landsstýrið uppá ein fyrrapart hevur koyrt málið út til almenna hoyring, uttan at løgtingsfólk vistu tað ella hava havt møguleika at seta seg inn í tað og lesa uppskotið, skrivar tingmaðurin hjá Framsókn á Facebook.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo