Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Teir báðir størru samgonguflokkarnir, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, høvdu ávikavist landsfund og floksting í vikuskiftinum. Slíkir fundir verða vanliga brúktir sum okkurt slag av reklamuátaki fyri flokkarnar, og so var eisini hesaferð.

Í útvarpssamrøðu, leygarkvøldið, segði Høgni Hoydal um sitandi samgongu:

“Eingin samgonga í mínari tíð hevur framt so nógv uppá so stutta tíð – eisini fingið skil uppá búskapin og funnið fígging til tað, sum skal gerast.”

Hetta er ein løgin pástandur, tí størsti parturin av arbeiðinum hjá sitandi landsstýri hevur verið at leggja uppskot hjá undanfarna landsstýri framaftur, tí hesi fullu burtur orsaka av valinum.

Okkurt uppskot er tillagað eitt sindur, men í flestu førum er talan um júst somu uppskot. 

Tað er heldur ikki rætt, at fígging er funnin til alt tað, sum samgongan hevur sett sær fyri at gera.

Avgjøld til vinnuna eru hækkað, men tað er ikki nóg mikið til lønarlyft, stytta arbeiðsviku, skattalætta og Suðuroyartunnil.

Inntøkumetingin gjørdi munin
Formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, segði í síni formansfrágreiðing, at ein av fyrstu uppgávunum hjá samgonguni var at fáa eina fíggjarlóg samtykta.

“Í roynd og veru er talan um somu fíggjarlóg. Kortini megnaðu vit at fáa eitt avlop á 144 milliónir, har undanfarna samgonga hevði eitt avlop á 12 milliónir,” segði hann.

Men hvat var tað, sum samgongan “megnaði”?

Munurin millum fíggjarlógaruppskotið hjá undanfarnu samgongu og uppskotið hjá núverandi samgongu er, at tá fyrra uppskotið varð lagt fram í heyst, søgdu metingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum, at landskassin fór at fáa 6.770 mió. krónur í inntøkum í 2023.

Men tá uppskotið hjá núverandi landsstýri varð lagt fram, var metingin broytt til 6.940 mió. krónur.

Tað var altso metingin hjá Fíggjarmálaráðnum sum gjørdi munin, og ikki politikkurin hjá samgonguni.

Inntøkumetingin hækkaði við 170 mió. krónum, men kortini vaks avlopið ikki líka nógv, tí samgongan valdi eisini at økja útreiðslurnar.

Vit kundu vent tí við og sagt, at um útreiðslurnar vuksu sum tær gjørdu og inntøkumetingin stóð í stað, so hevði fíggjarlógin hjá verandi samgongu havt hall.

Helgi Abrahamsen
tingmaður fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo