Tá ið tingið kom saman aftur eftir lítlan steðg skuldi atkvøðast um at fáa málið um elveitingarlógina úr aftur Rættarnevndini - uttan at álit verður skrivað.
Tað er púra óvanligt at ein samgongulimur (Eyðgunn Samuelsen) vil hava eitt mál úr eini nevnd har samgongan hevur meirilutan og formann (Hervør Pálsdóttir).
Tá ið atkvøtt var, vóru 17 fyri at fáa málið aftur úr Rættarnevndini, meðan 11 vóru ímóti.
Málið um elveitngarlógina kemur tí til 2. viðgerð á tingfundinum fyrrapartin í morgin kl. 9.30.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo