- Løgmaður tykist hava slept endanum, og dúvar uppá einvegis breiðar semjur, har andstøðan skal bjarga samgonguni, sigur fyrrverandi løgmaður og formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, í stuttari viðmerking til Ólavsøkufrágreiðing løgmans.
- Tað verður bert um vit meta at hetta gagnar føroyingum og vit fáa okkara politikk ígjøgnum slíkar semjur, sigur hann.
- Samgongan hevur higartil lagt eyka gjøld á borgarar og vinnu, og sambært ólavsøkurøðuni koma enn fleiri gjøld.
- Hetta er ikki vegurin til ein haldføran búskap, ið samgongan longu hevur gjørt hundraðtalsmilliónir verri við førda politikkinum, sigur Bárður á Steig Nielsen í stuttari viðmerking til VP.
Ólavsøkufrágreiðing løgmans 2024 kann lesast her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo