Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin: Hóast mongu føgru lyftini frá løgmanni í ólavsøkurøðuni, so ber førdi politikkurin hjá samgonguni hesar fyrstu mánaðirnar dám av, at lítið og onki av tí, ið tey ætla at fremja, er fíggjað.

Ístaðin fyri at menna og stimbrað føroyska búskapin, so hevur sitandi samgonga heldur framt, og er í ferð við at fremja, fleiri átøk, ið hava eina køvandi ávirkan á búskapargongdina:

1️ Skert virkisfrælsið hjá vinnuni
2️ Minkað um inntøkukeldurnar
3️ Skert arbeiðsútboðið til arbeiðsmarknaðin
4️ Samgongan mótarbeiðir verjusemjuni

Væl kent er, at hesir flokkar, ið nú sita við valdið, í alt ov stóran mun meta avgjøld og skattir vera gongda leiðin til fíggingina av einum vælvirkandi vælferðarsamfelag.

Trupulleikin er bert tann, at um vit leggja fótonglar fyri vinnulívið, so eru vit samstundis við til at niðurlaga búskapin.

Í ólavsøkurøðuni segði løgmaður, at grundað á góðu gongdina í búskapinum, so er tað eisini mest ábyrgdarfult, at niðurlaga ríkisveitingina.

100 milliónir krónur er ein risaupphædd, tá ein hugsar um, at við øllum avgjøldum á ali- og tilfeingisvinnuna, so megnar samgongan møguliga bert at vísa á eitt avlop á 60 milliónir krónur við ársenda.

Umframt at skerja virkisfrælsið og minkað um inntøkukeldurnar, so valdi samgongan fyri stuttum at fella uppskotið hjá Sambandsflokkinum um at strika mótrokninga í fólkapensjónini.

Sambandsflokkurin hevði lagt hetta uppskotið fram við tí fyri eyga at nøkta tørvin á arbeiðsmarknaðinum, so teir pensjónistar, ið megna og vilja, kunnu arbeiða eftir náddan pensjónsaldur, uttan at verða mótroknaðir.

Samanumtikið, so tykjast lyfti løgmans í røðu sínari veruleikafjar, tá hugt verður eftir fíggjarstýringini hjá samgonguni inntil víðari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo