Bæði oyggja-, bygda- og bussleiðirnar hava avlýsingar og seinkingar í dag vegna vánaligu veðurútlitini.
Eisini flogferðslan er tarnað.
Í Havn er tað serliga á leiðunum 5, 6 og 7 at broytingar kunnu koma fyri.
Hjá Strandferðsluni, sum umsitur ferjur og bussar ímillum bygdir, er ein long røð av avlýsingum, og tær røkka eisini til í morgin, tá veðurvánirnar heldur ikki eru nakað serligar.
Fyribils sær út sum flestu komur og fráferðir á flogvøllinum verða gjøgnumførdar, men roknast má við seinkingum á onkrum túri.
Mesti vindurin sær út til at koma í kvøld, ættin verður útsynningur og vestan og tá kann eisini fara at koma vátaslettingur. Í morgin heldur sama veðrið fram men hann hækkar upp í norðan og móti kvøldi verður minni vindur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo