Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Byrjanin til at tað almenna fór at standa fyri strandfarasigling var at landið yvirtók Smiril frá Mortensensmonnunum á Tvøroyri. Í dag flytir Strandferðslan fólk og farm við skipum, lastbilum og bussum.

Tilsamans ferðast 1,2 miljónir fólk við SSL árliga.

Men alt var øðrvísi fyrr. Tá varð róð við árabátum og fólk vórðu skjútsað millum oyggjarnar. Ikki fyrrenn í 1884 fekk løgtingið umsókn um at útvega skip til innanoyggjasigling. Men onki spurdist burturúr.

Í 1895 gjørdu Mortensensmennirnir sáttmála um at byggja eitt dampskip í Svøríki - tað var fyrsti Smiril.

Søguliga framsýningin, sum nú hongur uppi í Múllers Pakkhúsi, umfatar alt frá skipasambandi til bussrutur frá gomlum døgum, uttanlandssigling, Oyggjaleiðir, Bygdaleiðir og Farmaleiðir heilt fram til dagin í dag.

Stóra framsýningin letur upp í Múllers Pakkhúsi í morgin 31. mai og verður opin til og við sunnudagin 17. juni, hvønn dag millum kl 14 og 18.

Mentanarnáttina verður framsýningin tó opin millum kl 14 og 23.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo