Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Mourits M. Joensen skrivar: Tað undrar stórliga, at eftirmetingin frá Løgmansskrivstovuni, lýst sum Covid-19 kreppan, ikki viðgerð tað mest týdningarmikla, og mest álvarsama í allari handfaringini av Covid-19 farsóttini, nevniliga koppseting undir einari alheimsfarsótt og nýtsluna av óroyndu mRNA íleguviðgerðini, lýst sum koppseting av Heilsuverkinum.

Vit hava øll, koppsett og ikki koppset, tørv á greiðum leiðreglum fyri hvussu vit handfara støðurnar sum koma, nú ikki ber til at menna natúrligan fjøldimmunitet.

Tørvur er á, at politiska skipanin og Heilsuverkið fáa staðfest alment, at framt er eitt mistak, og gera viðgerðarprotokollir fyri ymisku bólkarnar.

Vit eru koppsett og ikki koppsett, somuleiðis hava vit bólkarnar barna- og bróstakonan, barnið, tann unga, tann tilkomna, tann gamla, tann við góðari heilsu, tann við vánaligari heilsu og tann við álvarsamari sjúku, umframt tey mongu við skaða av mRNA íleguviðgerðini!

Koppseting undir alheimsfarsótt Nobel heiðurskrýndi Professarin Luc Montagnier (1932-2022) hevur lýst heilsufrøðiliga mistakið, at koppseta undir einari alheimsfarsótt. Hann segði soleiðis: (https://rumble.com/vhet7z-le-professeur-luc-montagnier-ne-mche-pas-ses-mots-cest-une-norme-faute-mdic.html(2 min))

”Tað er ikki til at skilja, at tað verður koppsett undir einari alheimsfarsótt. EPIDEMILOGAR VITA AT TAÐ GERT TÚ IKKI! Søgubøkurnar koma at lýsa ógvusliga mistakið! Talan er um eitt vísindaligt mistak, eitt medicinskt mistak, eitt mistak sum ikki kan góðtakast! Koppsetingin mennir nýggj virusfrábrygdi sum hava ment mótstøðuføri ímóti koppingarevninum. Vit síggja tað í øllum londum har koppset verður, at kurvarnar fyri koppseting og deyða fylgjast!”

Avleiðingarnar av hesum mistaki, er ikki víst at øll hava hoyrt um, - at ikki ber til at menna natúrligan fjøldimmunitet, við 76% av okkum her á klettunum koppsett. Farsóttin vil tískil ikki fjarða burtur á natúrligan hátt. Sambært Geert Vanden Bossche eru vit ávegis inn í eina Covid ódn!

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo