Sambandsflokkurin: Leygardagin 16. mars heldur Sambandsflokkurin Landsfund á Hotel Hafnia í Tórshavn. Byrjað verður klokkan 08.30.
Meira enn eitt ár er nú liðið síðan verandi samgonga tók við landsins leiðslu. Sambandsflokkurin hevur víst seg sum ein konstruktivan mót- og viðspælara hjá verandi samgongu, og brúkar nú eisini tíðina til at fyrireika seg til eitt komandi val. Hetta fer at seta dám á skránna.
Á fundinum fer Bárður á Steig Nielsen, floksformaður, at halda formansrøðu, og aftaná verður politiskt orðaskifti.
Gestarøðari á fundinum í ár verður Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra.
Á skránni verður framløga um “At reka fyritøku á altjóða marknaðinum”, við Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost. Eisini prát millum Troels Lund Poulsen, Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenberg, har evnið verður: “Ríkisfelagsskapurin í einum ótryggum heimi”.
Harafturat verður prát um “Kommunuvalið 2024 og kommunalar avbjóðingar” millum Karl Johansen, borgarstjóra í Klaksvík, Erhard Joensen, løgtingsmann og Helga Abrahamsen, løgtingsmann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo