- Fleiri av okkara eldru borgarum hava bæði hug, heilsu og orku at halda fram við at arbeiða aftaná náddan pensjónsaldur, men okkara skattaskipan við mótrokningni av arbeiðsinntøku omanfyri 45.000 kr. árliga ger hetta lítið áhugavert og stimbrandi.
- Tí vil Sambandsflokkurin við hesum lógaruppskotinum avtaka mótrókningina fyri arbeiðsinntøku hjá pensjónistum og gera tað meira áhugavert fyri teir pensjónistar, sum hava áhuga, heilsu, orku og vilja til at arbeiða og taka eitt eyka tak - og verða longur á arbeiðsmarknaðinum.
- Eitt økt og stabilt útboð av arbeiðsmegi er eisini við til at varðveita og menna okkara vælferðarsamfelag, sigur Sambandsflokkurin millum annað í viðmerkingunum til uppskotið.
Fíggjarligu avleiðingar, sum standast av at avtaka mótrokningina eru av Almannaverkinum mettar at verða umleið 75 mió. kr. + 23-25 mió. kr. = 100 mió. kr. tilsamans, árliga.
Talan er um hægri útreiðslur fyri landskassan til pensjónir - upphæddir, sum áður vórðu reguleraðar niðureftir vegna arbeiðsinntøku.
- Hinvegin kann væntast, at um vit t.d. fáa 300 fólk fleiri í arbeiði hálva tíð t.e. uml. 900 tímar á 160 kr., so verður skattainntøkan av tí leysliga mett til umleið 57 mió. kr. árliga fyri landskassan, harav kommunukassarnir fáa umleið helvtina.
- Roknað verður við meirinntøkum frá broytingum í tøkugjaldinum í alivinnuni - eitt uppskot, sum er lagt fyri Løgtingið. Hesar meirinntøkur frá alivinnuni skulu vera við til at fíggja tær nettoútreiðslur, sum standast av lógaruppskotinum. Hædd má takast fyri hesum á einari eykajáttanarlóg og komandi fíggjarlóg, sigur Sambandsflokkurin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo