Sambandsflokkurin hevði verið størsti flokkur um val var í dag.
Tað vísir nýggj veljarakanning sum er kunngjørd í dag.
Tað er spyr.fo sum hevur gjørt kanningina fyri Portalin.
Meira enn fjórði hvør, ella 26,3%, siga seg vilja atkvøða fyri Sambandsflokkinum á næsta vali. Tað er 6,3% meira enn á seinasta løgtingsvali. Hevði hetta verið úrslitið, hevði Sambandsflokkurin fingið 9 tingsessir.
Fólkaflokkurin stendur til at fáa 25,2 prosent av atkvøðunum, sum gevur 8 tingsessir, ella við øðrum orðum høvdu hesir báðir flokkarnir havt møguleika at skipa samgongu einsamallir, tí teir høvdu havt 17 tingsessir tilsamans.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo