Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sambandsflokkurin: Við hesum vil Sambandsflokkurin tryggja, at tað framhaldandi skal loysa seg at meirvirka aldan laks í Føroyum. Flokkurin vísir á, at nýggi tøkugjaldsstigin, sum Løgtingið samtykti í mai í ár, er ein forðing fyri, at laksaúrdráttir verða meirvirkaðir, og tí er neyðugt at broyta lógina, við at seta eitt loft í tøkugjaldið fyri tann laksin, ið verður nýttur til víðari framleiðslu.

- Verður hetta ikki gjørt, er vandi fyri, at øll víðari framleiðsla dettur niðurfyri, og hundraðtals arbeiðsfólk missa arbeiði, sigur Sambandsflokkurin.

Ein rímiliga stórur partur av aliframleiðsluni í Føroyum er farin til sokallaðu VAP framleiðsluna. Hesir meirvirkaðu laksaúrdráttir verða seldir eftir langtíðarsáttmálum, ið vanliga galda í 3-12 mánaðir. Tí er tað avgerandi fyri, um vit framhaldandi kunnu hava eina meirvirking í føroysku alivinnuni, at fyri tann partin av laksaframleiðsluni, sum fer til meirvirking, verður ásett eitt loft í tøkugjaldinum á 7,5%.

- Hetta loftið skal bara vera galdandi fyri ta mongdina av framleiðsluni, ið verður brúkt til víðari framleiðslu, sigur Sambandsflokkurin.

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum bleiv lagt fyri løgtingið á tingfundinum týsdagin, og sambært skránni fyri komandi tingfundir, fer Løgtingið at hava 1. viðgerð av uppskotinum tann 7. november.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo