Í vikuni sóknaðist tingmaðurin hjá Sambandsflokkinum, Magnus Rasmussen, í lesarabrævi, hvussu føroyska samfelagið skal klára seg, um Danmark ikki sendir blokk til Føroya á hvørjum ári.
Tingmaðurin skrivar:
Sambandsflokkurin hevur ikki ilt av ríkisveitingini, nei tvørturímóti.
Hví koma tey (t.e. Tjóðveldi) ikki við einum boði upp á, hvussu føroyska samfelagið kann verða hesar 642 mió. kr. fyri uttan ella, hvat skal koma ístaðin?
Hetta er nakað margháttligt av tingmanninum at fregnast eftir, tí tingmaðurin kann bara hyggja eftir, hvussu Sambandsflokkurin sjálvur ætlaði at skerja blokkin í ABC-samgonguni, ið sat frá 2008-11.
Har stóð í samgonguskjalinum:
“Ásannandi, at tað er umráðandi fyri samfelag okkara at vaksa seg til ein sjálvberandi búskap, er semja millum flokkarnar um, at ríkisveitingin verður lækkað við 15 prosentum av reella inntøkuvøkstrinum av skattum og avgjøldum hjá landskassanum við støði í meðal vøkstrinum seinastu 5 árini.”
Sostatt vildi Sambandsflokkurin skerja blokkin, tá ið inntøkurnar á fíggjarlógini hækkaðu.
Júst á sama hátt sum Tjóðveldi leggur upp til at skerja blokkin næstu árini. So hvørt inntøkur landsins vaksa, fer ein partur av inntøkuvøkstrinum til at minka um ríkisveitingina á fíggjarlógini.
Flestu føroyingar ynskja eisini at virka fyri at røkka einum sjálvberandi føroyskum búskapi, og at vit sjálvi taka støðugt størri ábyrgd.
Tíðin er búgvin til at taka nøkur tøk.
Róar Akralíð
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo