Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Ungfólk í aldrinum 13 til 19 ár, sum hava verið fyri happing, eru einsamøll, hava angist og tunglyndi, eru fýra ferðir í størri vanda fyri at skaða seg sjálva/an álvarsliga seinni í lívinum, samanborið við onnur ungfólk.

Tað kemur fram í eini kanning av nærum 900 ungfólkum í Nord-Trøndelag í Noregi; kanningin hevur fylgt ungfólkunum í 15 ár, eftir at tey hava tikið lut í eini stórari skúlaheilsukanning árini 1995–1997. Kanningin, sum verður nevnd Ung-HUNT1, varpar ljós á lívsdygd, likamliga og sálarliga heilsu. 89 av ungfólkunum eru seinni í lívinum løgd inn á sjúkrahús orsakað av sjálvskaðing ella sjálvsmorðsroynd.

– Nógv tey flestu, umleið 90 prosent, eru innløgd á medisinsku deild, men nøkur fá eru løgd inn á sálarligudeild ella skurðdeild, sigur Ottar Bjerkeset, professari í sálarligari heilsu við Nord universitet.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo