Í gjár varð Salomon Johansen í Trygd heiðraður við Den Kongelige Belønningsmedalje eftir trúgva tænastu í 50 ár.
Fleiri røður vóru hildnar, millum annað segði Brian Smedemark, stjóri í Trygd, soleiðis:
- Tað skerst ikki burtur, at tað hevur ómetaliga stóran týdning og stórt virði fyri okkara arbeiðspláss at eiga slík trúføst og eldhugað starvsfólk. Tí fegnast vit eisini um at kunna heiðra Salomon við serstøku viðurkenningini Den Kongelige Belønningsmedalje, sum verður latin fyri trúgva, drúgva og sera góða tænastu
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo