- Undir yvirskriftini “Kvinnur og skaldskapur” fara vit at hoyra Sólrúna Michelsen hugleiða um skaldskap og sálmayrking, og hon lesur egnar yrkingar á degnum. Jónley á Løgmansbø, sum hevur givið út 2 yrkingasøvn, kemur at lesa upp úr sínum yrkingum, og yrkingar úr savninum “Sorgarvón”, sum Anna Elisabeth Hansdóttir í Kálvalíð gav út í november 2019, verða lisnar upp, sigur Kvinnubólkurin í Vágum í tíðindaskrivi.
Vágakvinnur sýna fram Ikonir, tær hava skrivað/málað, og Jórunn Gudmundsen framførir egin løg. Alt hetta, saman við einum góðum drekkamunni, er á skránni í Bygdarhúsinum í Miðvági á Altjóða kvinnudegnum 08.03 kl. 15.00.
- Hjartaliga vælkomin til eina løtu vil list, upplestri, tónleiki, práti og hugnaligari samveru, sigur kvinnubólkurin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo