Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

18. apríl er aftur kvøldseta í Skjólinum. Hesuferð er tað nýggja ambulanta viðgerðin DAT-ung, sum er miðdepilin.

Í samband við at Blákrossheimið er byrjað hesa viðgerð, ið vendur sær til ung ímillum 15 og 18 ár, verður skipað fyri einum tiltaki í Skjólinum, ætlað foreldrum og avvarandi. Evnið hetta kvøldið verður ung og rúsur, og á skránni verður m.a. framløga um markið ímillum rúsnýtslu og rúsmisnýtslu, og hvørji tey ungu eru, sum eru í vandabólkinum fyri at útvikla ein rústrupulleika. 

Somuleiðis verður farið inná hvat tað er í lívinum hjá tí unga, sum kann føra til rústrupulleikar. T.d. tá ið rúsurin fyllur ov nógv, botnar tað javnan í øðrum trupulleikum. Tann ungi kann t.d. stríðast við sálarligar trupulleikar, har rúsurin verður brúktur sum linnan ella fyri at gloyma. Tílíkt kann leiða til eitt trupult samband við rúsdrekka og rúsevnir. Í tí sambandi stendur ein ofta hjálparleysur sum foreldur ella avvarandi. 

Kvøldið fer tí at snúgva seg um, hvussu foreldur kunnu møta barninum og fyrbyrgja, at tað ikki mennir ein rústrupulleika. Tí verður eisini greitt frá hvørji tekin foreldur kunnu hyggja eftir í samband við ung og rúsmisnýtslu.
Spurningurin ”Hvussu veit eg, at mítt barn hevur ein rústrupulleika?” verður viðgjørdur og svaraður.

Vit fáa spennandi upplegg frá fólki, sum arbeiðir við DAT til dagligt. Høvi verður eisini at seta spurningar ella steðga eftir og tosa við starvsfólk hjá Bláa Krossi.

Eisini fáa vit sera spennandi vitjan úr Klaksvík, tí Steintór Rasmussen kemur at seta sín serliga dám á kvøldið, tá hann spælir nøkur løg og kanska hugleiðir eitt sindur um tey.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo