Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Kambsdalur: Í farna skúlaári varð gjørd ein stór kanning millum næmingar á trimum teimum størstu miðnámsskúlunum. Tilsamans 1316 næmingar luttóku í kanningini. Hetta svarar til 66 % av teimum, sum fingu spurningarnar. Spurningarnir vóru svaraðir í desember 2020 og januar 2021.  

Kanningin fevndi um 52 spurningar, sum vóru skipaðir undir yvirskriftunum basisvariablar, sálarheilsa, likamsheilsa, skermnýtsla, rúsdrekka- og rúsevnisnýtsla.  

Av tí at úrslitini av kanningini kunnu hava almennan áhuga, verða nøkur av teimum víst her. Í hesi grein verður hugt eftir sálarheilsuni í mun til basisvariablar og nakrar aðrar parametrar.

1. Sálarheilsutalið er nógv minkað í mun til 2017.  
Í 2017 var gjørd ein sálarheilsukanning, sum fevndi um allar miðnámsskúlarnar í landinum: “Skaale, S.O. & Davidsen, A.H. (2017). Sálarheilsan hjá føroyskum miðnámsskúlanæmingum. Frágreiðing og tilmæli. Tórshavn: Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar.”   

Kanningin frá 2017 gav eitt samlað miðal á 50,9. Kanning frá 2021 gevur eitt samlað miðal á 46,6. Hetta er 4,3 stig lægri enn kanning hjá Skaale & Davidsen.  

Tað kunnu vera fleiri orsøkir til at talið so nógv lægri. Vit hava ikki nakað væl grundað boð, men vit kunnu staðfesta, at størsta broytingin í umstøðunum í tíðarskeiðinum í millum kanningarnar er korona.  

2. Sálarheilsa er mest tengt at kyni og lestrarrætningi 

Les alla greinina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo