Donsk foreldur siga millum annað, at børnini fáa illsinnisherðindi og nýta harðskap, tá ið tey royna at avmarka brúk av skíggjanum.
Og hjá summum børnum fáa sosialir miðlar og online gaming so stórt vald, at neyðugt verður við hjálp fyri at fáa eina sunna javnvág.
Tað sigur David Madsen, sum er sálarfrøðingur og hevur stovnað Dansk Behandling for Computerspil- og Onlineafhængighed (DABECO), hvar hann hjálpir barnafamiljum og ungdómi.
Um vikuna fær hann umleið fimm áheitanir frá foreldrum, sum søkja sær hjálp viðvíkjandi børnunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo