Liverpool-Brighton 4–0, Newcastle-Chelsea 3–0 gjørdist støðan eftir dystirnar í dag og tryggjaði Liverpool sær eitt fjórðapláss.
Salah skoraði 32 mál í Premier League sum er nýtt met við 38 dysta-sesong.
Salah er sostatt einsamallur á toppinum, har 20 lið hava verið í Premier League. Undan dagsins dysti lá Salah ájavnt við Shearer, Cristiano Ronaldo og Luis Suárez við 31 málum.
Hetta er fyrstu ferð síðani 1993/94 at tveir leikarar koma upp í 30 mál eftirsum Harry Kane rundaði 30 skoringar fyri Tottenham. Fyri 23 árum síðani vóru tað Shearer og Cole sum skoraði yvir 30 mál.
Gabriel Jesus skoraði einasta málið í dystinum hjá Manchester City móti Southampton.
Sostatt gjørdist City fyrsta felag at fáa 100 stig í eini Premier League-sesong.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo