Bretska Wendy Mitchell skrivar í dag í altjóða filmstíðarritinum Screen Daily um nýggja filmin hjá Sakarisi Stórá, The Last Paradise on Earth, sum í hesum døgum og fram til 30. juni verður tikin upp í Hvalba.
Upplýst verður, at hetta er fyrsti filmur, sum burturav verður tikin upp í Suðuroynni.
Høvuðsleikari er Sámal Hansen, sum í filminum arbeiðir á flakavirki í bygdini.
Hinir leikararnir eru Bjørg B. Egholm, Bjørn M. Mohr, Esther á Fjallinum, Hans Tórgarð og Annika Johannessen.
Fotografur er Virginie Surdej, sum eisini hevur filmað The Blue Caftan fyri Maryam Touzani í Marokko. Hesin vakri filmurin gongur nú sína sigursgongd um allan heim. Virginie hevur alla tíðina arbeitt saman við Sakarisi, bæði í stuttfilmunum og í fyrra biograffilminum Dreymar við havið.
Framleiðari er Kykmyndir hjá Jón Hammer og medframleiðari er Adomeit Film í Danmark hjá Katja Adomeit.
Hetta er fyrsti føroyskt mælti spælifilmur í fullari longd at fáa stuðul frá Danska Filmstovninum síðan Bye Bye Bluebird hjá Katrin Ottarsdóttir í 1999.
Sakaris, sum fyrr hevur arbeitt á flakavirki í heimbygdini Skopun, hevur skrivað handritið saman við Tommy Oksen og Mads Stegger.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo