SF: Við einum óvanliga góðum tevi fyri at seta saman ljóð, løg og orð skapar Sakaris modernaðan og peppaðan tónleik, sum fær íblástur frá 80'ara pyntipoppi. Sakaris hevur við kreativiteti og musikaliteti megnað at skapt eitt heilt egið ljóð og úttrykk, sum bæði kann fevna og strimbra lurtaran.
Sakaris kom við fyrstu útgávuni í 2012, og síðani hevur hann verið en støðugur og frískur viðspælari á føroyska tónleikapallinum. Hann hevur javnan givið nýggjar sangir út, og á palli er hann framúrskarandi – líkamikið hvat høvið er.
Hittini eru eitt nú »Allarbesti«, »Aalborg«, »Magical Bag of Fun« og »I Put On This Dress Only For You«. Og í ár hevur hann lagt afturat hesum hittum við nýinnspæling av 80'ara klassikaranum »Frøknur«, sum hann hevur tulkað av nýggjum saman við poppbólkinum Byrta.
Sakaris spælir í Tjaldinum á Summar Festivalinum, sum verður hildin dagarnar frá 8. til 10. august.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo