Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyskt Íslandsrossafelag: Nógv hevur verið á skránni hjá Føroyskum Íslandsrossafelag í vikuskiftinum. Hóast keðiliga veðrið, var í nógvum greinum, bæði hjá børnum, ungum og vaksnum – og spennandi kappingarárið endaði við árligu veitsluni hjá felagnum. 

Byrjað var mikukvøldið við skeiðkapping á vøllinum í Marknagili og fríggjadagin vóru innleiðandi í V5, T7, V5 barnaflokki, T7 barnaflokki, T2, V1, V1 ung, F1, T1 ung og T1. Allar finalurnar vóru leygardagin, tá Føroyaleikir samstundis vóru hildnir í Havnardali.

Altjóða dómarar úr Íslandi
Tveir altjóða dómarar komu fríggjadagin at døma kappingarnar, Svanhildur Hall og Svafar Magnusson. Tað er sera gott at fáa útlendskar dómarar til Føroya at døma, bæði fyri at fáa “nýggj” eygu viðhvørt og eisini fyri at meta um, hvussu støðið er her heima í mun til uttanlanda.

Síðsta kappingin hjá Landsliðnum í Føroyum
Landsliði, ið er mannað av Ester Dahl á Heygum, Ragnheiður Ólafsdóttir Dam, Knút Lützen og Beintu Debes, fer til Álands at kappast til NM í august, so hetta var sosatt síðsta kappingar venjingin hjá teimum áðrenn tey fara avstað. Tað gekk sera væl hjá teimum, og lógu tey øll á fyrsta plássi, í flokkunum tey kappaðust í.

Barnaflokkur
Til hesa seinastu kappingina í ár varð skipað soleiðis fyri, at børnini vóru í flokki fyri seg. Tað var stuttligt at síggja, hvussu røsk og dugnalig, børnini eru – og hvussu nógv tey alsamt taka seg fram sum reiðfólk.

Føroyaleikir 2022
Flottar medaljur vórðu eisini latnar vinnarunum av Føroyaleikum 2022. Harumframt fingu allir luttakarar, hjálparfólk og dómarar t-shirts og góðar drekkidunkar. 

Kappingarárið endað
Við hugnaligari veitslu um kvøldið, har borðreitt varð við góðum mati, endaði eitt gott kappingarár hjá Føroyskum Íslandsrossafelagi. Flestu ross fara nú á beiti og fáa eina væl uppiborna “feriu” í nakrar vikur – og tað sama er eisini galdandi fyri reiðfólki.

Her eru úrslitini frá kappingunum

Vinnarar, 100 m skeið
Nr. 1 Beinta Debes og Kór frá Norður-Hvammi
Nr. 2 Ranja Halsdóttir Djurhuus og Orka frá Marknagili
Nr. 3 Jóna Ólavsdóttir og Vídalín Víðir frá Strandarhöfði

Vinnarar, T1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
Nr. 2 Regin Johannessen og Ósk frá Prestsbakka
Nr. 3 Jacklin Durhuus og Hafdís frá Syðri-Hofdölum

Vinnarar, T1 ung
Nr. 1 Ragnheiður Ólafsdóttir Dam og Hugi frá Hrepphólum
Nr. 2
Nr. 3

Vinnarar, T7
Nr. 1 Óluva á Lofti og Sproti frá Hrauni
Nr. 2 Gunnar Grækarisson og Kraftur frá Tindsgarði
Nr. 3 Lív Hilduberg Heinesen og Segull frá Kommu

Vinnarar, T7 børn
Nr. 1 Ranja Halsdóttir Djurhuus og Sirkill frá Þorkelshóli 2
Nr. 2 Bjørk Láberg og Kóngur frá Tindsgarði
Nr. 3 Yrsa Halsdóttir Djurhuus og Grettir frá Blesastöðum

Vinnarar, T2
Nr. 1 Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði
Nr. 2 Valborg Hallursdóttir Laksáfoss og Hvinur frá Árbæjarhjáleigu
Nr. 3 Jacklin Durhuus og Amor frá Útnyrðingsstöðum

Vinnarar, F1
Nr. 1 Valborg Hallursdóttir Laksáfoss og Þórey frá Flagbjarnarholti
Nr. 2 Guðrun Jakobsdóttir Dalsgaard og Klettur frá Bessastöðum
Nr. 3 Jógvan Elias Joensen og Sóllilja frá Úlfsstöðum

Vinnarar, V1
Nr. 1 Knút Lützen og Kári frá Ásbrú
Nr. 2 Óluva á Lofti og Kopar frá Hrauni
Nr. 3 Rebekka Jansdóttir Simonsen og Dögun frá Kirkjufelli

Vinnarar, V1 ung
Nr. 1 Ester Dahl á Heygum og Vorboði frá Akurgerði
Nr. 2 Ása Bárðardóttir og Strákur frá Marknagili
Nr. 3 Guðrun Jakobsdóttir Dalsgaard og Brynjar frá Snartarstöðum

Vinnarar, V5
Nr. 1 Óluva á Lofti og Sproti frá Hrauni
Nr. 2 Lív Hilduberg Heinesen og Segull frá Kommu
Nr. 3 Elma Laksáfoss og Vestri frá Vestra-Fífl

Vinnarar, V5 børn
Nr. 1 Dagny Maria B. Joensen og Kleópatra frá Kolsholti 3
Nr. 2 Ranja Halsdóttir Djurhuus og Sirkill frá Þorkelshóli 2
Nr. 3 Bjørk Láberg og Verandi frá Lítlu-Tungu 2

Vinnarar av Røktartallerkinum gjørdist Dagny Maria B. Joensen, og Samreiðsteypið vann Ása Bárðardóttir. Ársins reiðfólk gjørdist Knút Lützen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo