Kurvabóltsfelagið Sporðdrekin: Safari Transport og Kurvabóltsfelagið Sporðdrekin hava gjørt tvey ára avtalu, ið hevur við sær at Safari verður høvuðsstuðul hjá kvinnu- og u-21 liðunum hjá Sporðdrekanum.
Hetta er fyrsta árið at Sporðdrekin hevur kvinnulið við í Trygd kappingini. Kvinnuliðið hjá Sporðdrekanum liggur til at vinna sær annað plássið í finaluni í kappingini. U-21 liðið hjá Sporðdrekanum er enn einasta liðið í kappingini, ið hevur vunnið allar sínar dystir. Nú koma liðini bæði at hava Safari standandi á bringuni komandi kappingarárini.
Kurvabólts úrslit og støður kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Kurvabóltssambandinum kurvabolt.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo