Havnar býur er alt annað enn skínandi í hesum døgum, nú teir sum vanliga halda býin reinan og ruddiligan eru í verkfalli.
Serliga í miðbýnum, rundanum matstøðini eru og har nógv fólk savnast, er ótespiliga skitið.
Nógv fólk gera vart við hetta á sosialu miðlunum, og fleiri halda, at tað líkist ongum, at fólk ikki royna at taka upp eftir sær, nú støðan er sum hon er. Ein trupulleiki í so máta er bara, at ruskíløtini eisini standa at bresta við burturkasti. Kanska tey sum reka matstovurnar heldur áttu at sæð tað sum sína ábyrgd, at tikið tað ringast upp.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo