Tá ið Sæborg kom til Esbjerg tann 25. august rendi skipið á molan og gav stoyturin eina 8 metur langa rivu omanfyri vatnlinjuna.
Tað váttar Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore, fyri VP.
- Orsøkin til hendingina verður kannað í løtuni, men helst vóru tað streymviðurskiftini tá, sum spældu inn, sigur stjórin.
Skaðin verður umvældur í løtuni, og roknar Jens Meinhard Rasmussen við, at skipið verður klárt at fara í siglingina aftur út frá Esbjerg í komandi viku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo