Fleiri milliónir brúkarar eru rýmd frá miðlinum X (fyrrverandi Twitter), sum Elon Musk eigur, til nýggja miðilin BlueSky.
BlueSky bleiv stovnaður í februar 2024 sum mótmæli ímóti fyrrverandi Twitter, sum Elon Musk keypti og umdoypti til X.
- Brúkarin er troyttur av Elon Musk, ikki minst aftaná amerikanska valið, sigur serfrøðingurin í sosialum miðlum, Benjamin Elberth við Politiken.
Fleiri siðbundnir miðlar eru eisini millum teirra, sum hava vent X bakið, eitt nú The Guardian.
BlueSky líkist nógv X, við stuttum dagføringum og samskifti.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo