- Tað er eitt ultimativt krav frá sjúkrarøktarfrøðingunum at fáa 14% í lønarhækking yvir trý ár, og tað er alt ov nógv.
Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum við KvF. Ruth Vang minti á, at hon hevði 36 onnur fakfeløg at fyrihalda seg til, og hon nevndi eisini, at kravda lønarhækkingin er langt uttanfyri teir karmarnar, sum eru.
- Tað er óforsvarligt við so stórari lønarhækking tá vit hugsa um inflatiónina, segði Ruth Vang.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo