- Tað fær avleiðingar fyri Danmark, um avmarkingar verða settar russiskum skipum, sum vilja sigla í donskum sjógvi, er greiði boðskapurin frá Russlandi til Danmark.
Tað er ógreitt, hví hóttanin kemur júst nú, skrivar B.T.
Talan er um sonevnd "spøkilsisskip", har tað er ógreitt, hvat slag av skipi talan er um, og tí kann vera talan um njósning. Og tí hevur verið frammi, at hesi skipini áttu at verið burturvíst. Men tað er bara lættari sagt enn gjørt, vísur danskur serfrøðingur á.
- Tað kann vera trupult at finna eigaran, um hald verður lagt á skipið, og tá kann tað skjótt enda við, at Danmark noyðist at gjalda endurgjald, sigur Anders Puck Nielsen, hernaðargreinari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo