Í dag váttar Russland at ukrainskar deildir hava oyðilagt eina brúgv afturat í russiska Kursk-økinum, har Ukraina seinast tíðina hevur lagt størri og størri øki undir seg á russiskari jørð.
Tað skrivar Reuters í dag.
Eisini í gjár oyðilegði Ukraina eina stratgiskt týðandi brúgv yvir ánna Sejm. Allar tríggjar brúnnar eru um somu á, skrivar norska TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo