Russland hevur sett LGBT rørsluna á svartalista saman við øðrum víðgongdum rørslum og felagsskapum. Hetta merkir í praksis, at tað verður munandi truplari hjá teimum at virka, eitt nú tí myndugleikarnir nú fáa rætt til at leggja hald á pengar og aðrar ognir.
Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Russland er blivið munandi meira konservativt og virðisgrundað síðani innrásina í Ukraina, fyri at vísa á munin ímillum Russland og Vesturheimin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo