Russiska verjumálaráðið sigur í dag, at Russland sendir eyka hjálp til russiska økið Kursk, har Ukraina leyp á týskvøldið.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters og endurgevur russisku tíðindastovuna Interfax.
Umframt herdeildir boðar ráðið frá, at eyka skotvápn eisini er sent til Kursk, eitt nú fleiri stríðsvognar og rakettskipanir, skrivar DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo