Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nú eru yvir 700.000 russiskir hermenn falnir ella særdir í álopskrígnum ímóti Ukraina, tað metir bretski herovastin, Tony Radakin. Tað er tað sama sum 1.500 hvønn dag í miðal síðani kríggið byrjaði í februar 2022.

Oktobur hevur verið higartil blóðugasti mánaðin, upplýsti hann fyri BBC.

Vanliga verður sagt, at bretska fregnartænastan fylgir væl við og hevur rættuliga álítandi keldur.

Sostatt rindar russiska fólkið ein "týðandi prís fyri kríggið hjá Putin", sum hann segði. Eisini tí at umleið 40% av øllum almennum útreiðslum í Russlandi nú fara til at kríggjast ímóti Ukraina. 

Sjálvir upplýsa russar ikki, hvussu stórt mannfallið er. 

Men ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskij, segði í februar í ár við týska miðilin Deutsche Welle, at 31.000 ukrainskir hermenn fullu í bardaganum fyrstu tvey árini av krígnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo