Russland hevur í nátt framt stórálop á fleiri býir í Ukraina.
Minst 120 rakettir og minst 90 dronur er skotnar úr Russlandi ímóti málum í Ukraina, og tað eydnaðist ukrainsku loftverjuni at skjóta 140 av teimum niður, ímeðan restin rakti mál og framdi stórar oyðileggingar. Nógvastaðni er streym- ella vatnveitingin farin, og í stórbýnum Odessa hava tey hvørki.
Minst tvey fólk hava latið lív.
Eisini Pólland er í fullari tilbúgving og hevur sent øll síni F-16 flogfør avstað.
Ukrainski orkumálaráðharrin, Herman Halushchenko, sigur, at tað er onki at ivast í, at Russland við vilja leggur eftir orkuveitingini, nú veturin stendur fyri framman.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo