At ukrainskir hermenn eru farnir inn í Russland og at Ukraina samstundis hevur framt umfatandi loftálop fer at verða svarað við harðari hond.
Tað sigur Maria Zakharova, sum er talsfólk fyri russiska uttanríkisráðið.
Bæði londini hava seinsta samdøgrið hert álopini hvørt á annað, og fólk hava ligið eftirá og eru særd í báðum londum. Tað nýggja er, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj í gjár váttaði, at nógv ukrainsk herfólk eru farin um markið inn í Russland, har tey hava lopið á ymisk mál.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo