Russland brúkar partar av búnýtistólum sum vaskimaskinum og mikroovnum í framleiðsluni av rakettum, sigur uttanríkisráðharrin í Ukraina, Dmytro Kuleba, á tíðindafundi í dag sambært Ukrinform.
Hann biður tí ES- og G7-londini um at gevast við útflutninginum til Russland av tólum sum kunnu brúkast í vápnaframleiðsluni, skrivar TV 2.
- Vit senda tí regluliga ein lista yvir tað sum vit finna í niðurskotnum russiskum rakettum, til okkara partnarar. Og eg undirstriki, at teir aftur og aftur eru bidnir um at gevast við veitingini, segði Kuleba.
Sambært nýggjari frágreiðing hjá handilsskúlanum í Kyiv, eru 44 prosent av øllum elektróniskum komponentum í russiskum vápnum gjørdir av vesturlendskum fyritøkum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo