Russland fær 30.000 nýggjar hermenn hvønn mánaða, og tað kann Russland halda fram at gera so leingi tað er neyðugt, sigur bretska fregnartænastan, sum síðani Russland leyp á Ukraina fyri tveimum árum síðani dagliga hevur kunnað almenningin um gongdina í krígnum.
Herfyri tók Russland eysturukrainska býin Avdijivka, og bretska fregnartænastan heldur, at Russland alsamt styrkir sína støðu eystanfyri.
Russland hevur ikki váttað upplýsingarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo