Russiski alisfrøðingurin Aleksandr Sjipljuk er í dag dømdur 15 ára fongsul fyri svik, skriva Reuters og Ritzau.
Hann var stjóri á vísindaligum stovni í Sibir og arbeiddi millum annað við gransking í hypersoniskum rakettum, sum Russland erpar sær av at vera á odda í av øllum heimsins londum, sambært TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo