Milliardingurin Oleg Y. Tinkov sigur hann var noyddur at selja sín part í Tinkoff Bank eftir at hava funnist at krígnum í Ukraina.
Tinkov skrivaði á Instagram at kríggið er ørt og at russiski herurin er ein «lortaherur».
– Hvussu kunnu vit hava ein góðan her tá ið alt annað í landinum er lortur og steðga upp av nepotismu, sleisking og undirbrotleika? skrivaði milliardingurin.
Tinkov sigur seg verða noyddan at selja paertabrøvini, 35 procent av bankanum, fyri smápengar til milliardingin Vladimir Potanin, skrivar norska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo