Skjótt vaksandi kirkjugarður í russiska landsbýnum Bakinskaya gevur innlit í revsifangar, sum kríggjast – og doyggja – fyri illa gitna Wagner-herin í Ukraina.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters, sum metir, at umleið 200 gravir eru í kirkjugarðinum.
Av teimum 39, sum Reuters hevur eyðmerkt, vóru 10 fongslaðir fyri morð ella manndráp, 24 fyri rán og tveir fyri grovan harðskap. Tann yngsti var 25. Tann elsti 60, skrivar danska TV 2.
A rapidly expanding cemetery in a southern Russian village offers insight into the convicts who are fighting – and dying – for the secretive mercenary army of Wagner Group https://t.co/wTGmhpLR7Q pic.twitter.com/bumgvZpV2Q
— Reuters (@Reuters) January 26, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo