Aleksej Navalnyj varð dripin við slagi móti hjartanum sum fyrr var pensum hjá sovjettisku fregnartænastuni KGB, sigur aktivisturin Vladimir Osetsjkin, skrivar NRK.
– Eg haldi teir høvdu hann fyrst úti í kuldanum í langa tíð, so blóðrenslið fall til eitt minimum. Tá verður lætt at drepa uppá sekund, veitst tú hvussu tað skal gerast. Hetta var gomul mannagongd hjá serdeildunum í KGB. KGB lærdi sínar serfrøðingar at drepa fólk við slagi móti hjartanum, sigur Osetsjkin við bretska The Times.
Osetsjkin rekur netsíðuna gulagu.net, sum í yvir tíggju ár hevur avdúkað harðskap í russisku fongslunum, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo