Navalnyj doyði í fangaleguni í Jamal-Nenets-økinum, skrivar tíðindastovan RIA, sambært VG.
47 ára gamli politikarin kendi seg ikki væl eftir ein gongutúr og misti vitið, verður sagt.
Sagt verður, at Navalnyj fekk akutta viðgerð, men kundi ikki bjargast.
Russiski forsetin Putin er kunnaður, verður sagt í úttalilsi frá Kreml, sum leggur afturat, at deyðsorsøkin ikki er kend.
Men farið er undir at kanna orsøkina, skrivar tíðindastovan RIA.
.
The Federal Penitentiary Service of Russia in the Yamalo-Nenets Autonomous Okrug is spreading the news of Alexey Navalny's death in IK-3. We have no confirmation of this yet. Alexey's lawyer is currently on his way to Kharp. As soon as we have some information, we will report on…
— Кира Ярмыш (@Kira_Yarmysh) February 16, 2024
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo