Sanksjónir og ein veikur rubil raka hart tey ríkastu í Russlandi. Talið av russiskum milliardingum er minkað munandi og ognin er tódnað.
Á nýggja listanum hjá Forbes yvir milliardingar í heiminum, roknað í dollarum, eru nú bert 83 russar. Til samanbering vóru tað 117 á sama lista somu tíð í fjør.
Til samans hava russiskir milliardingar á listanum eina ogn á tilsamans 320 milliardir dollarar. Tað eru 263 milliardir dollarar minni enn í 2021.
Í miðal hava teir mist 27 prosent av síni ogn, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo