Russiskir hakkarar hava í dag framt fleiri álop á danskar heimasíður, sum tí eru óvirknar.
Millum annað er heimasíðan hjá flogvøllinum í Keypmannahavn óvirkin av álopinum.
Eisini Trafikstyrelsen og Movia eru rakt.
Teldusníkarnir leypa á, tí Danmark hjálpir Ukraina í krígnum, skrivar TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo